STEVNAN
[Um Sølustevnuna]
Vælkomin til SØLUSTEVNUNA 2023

Leygardagin og Sunnudagin, tann 29. og 30. apríl 2023, verður aftur skipað fyri SØLUSTEVNU í Ítróttarhøllini í Hoyvík, har høvi verður hjá fyritøkum at sýna fram sínar vørur og tænastur.

Fyritøkur, umboð og framleiðarar sakna stundum ein pall, har tey kunnu vísa fram sínar vørur til viðskiftafólk. Ein slík messa styttir vegin millum kundan og framsýnararan. Framsýnararnir kunnu har vísa fram og selja sínar vørur og tænastur beinleiðis á básunum – til kundar, sum seljarin kanska annars ikki røkkur.

Eftir at vit hava lagt coronapandemiina afturum, hava vit valt at byjra spakuliga og tí verðir Sølustevnan hesaferð í Ítróttarhøllini í Hoyvík har hallar- og uttanum viðurskiftini eru av teimum bestu.

Eisini er prísurin hjá framsýnarunum lækkaðir heilt væl.

Um ynskist, so kann ein pallur verður settur upp, har framsýnarar, um hugur er til tað, kunnu vísa fram sínar vørur. Hetta er eitt gylt høvi at gera vart við tykkara fyritøku og hjá kundum at kunna seg um, hvat er á marknaðinum.

Almenningurin hevur ókeypis atgongd til Sølustevnuna.

Vit gera karmarnar
– tit fáa ágóðan