VEGNA CORONASMITTUNA, ER SØLUSTEVNAN FYRIBILS ÚTSETT
Skrásetingargjald: kr. 1.000,00 + mvg
Básur við veggjum (min. 9m2): kr. 9.900,00 + MVG
Um stórri básur ynskist er kostnaðurin kr. 1.100,00 fyri m2
Um framsýnarin tekur 45m2 ella meira, verða latin 20% í avsláttri.
Við í prísinum er koksgrátt teppi á básin, internet, ljós og el til teldu/fartelefon.
Um stórri el-tørvur er, so verður eykakostnaður.
Básarnir eru altíð 3 m djúpir, men kunnu saktans gerast longri, t.d. 4m, 5m ella longri enn tað.
Allir prísir eru uttan MVG, sum verður lagt afturat.
Avlýsingarkostnaður
Um framsýnari avlýsir luttøku verða hesi avlýsingargjøld ásett:
Innan 1. januar 2020 0% av samlaða gjaldinum
Innan 1. februar 2020 50% av samlaða gjaldinum
Innan 1. mars 2020 100% av samlaða gjaldinum